|
Oddadystur í høllini í Sørvági 28-02-2010 -JaS- Í morgin sunnudagin 28.02. kl 15.00 kemur TB á vitjan í Sørvági. Vertir eru okkara nýklaktu steypavinnararnir, sum við eymk og fret, knógvaðu grannunum handan Vatnið.
TB bjóðar okkum av um FM-heitið, men við tapinum móti Fleyr á heimabana, er teirra FM-finala hótt av Mjølnir úr Klaksvík. TB leggur tí nógv fyri at vinna á okkum í morgin, og sum skilst verða fleiri viðhaldsfólk við liðnum sum eisini hevur fingið styrk í Sólvu Dimon. Rættiligan styrk má sigast. Sólvá hevur verið fastur fúsur á landsliðnum og hevur leikt flogbólt á hægsta stigi, bæði í Luxenburg, Svøríki og nú seinast í Danmørk.
Kvinnuliðið úr Sørvági er komið í FM-finaluna, men vinna vit í morgin eru fremsta plássið tryggjað, og tað gevur heimavøll í triðja dystinum um FM-heitið, skuldi staðið á jøvnum aftaná tveir teir fyrstu dystirnar, sum verða leiktir á Eiði.
Bert ein dyst hevur heimaliðið tapt. Dystin á Tvøroyri móti TB. Lagt er tí upp til spennandi og avgerandi dyst, har úrslitið kann geva greiða ábending um hvar FM-heitið endar.
Tá harðast leikar á, kann hjálpin frá viðhaldsfólki verða avgerandi. Tað leikar hart á í høllini í Sørvági í morgin sunndagin 28.02 klokkan 15.00.
|
|